Dagin fyri, fríggjadagin tann 5. mars, flutti blaðið úr Sjúrðargøtu í Rabarbukvarterinum í Havn út í nýístandsettu húsini á Argjum.
Hetta var stór broyting fyri tey, sum starvaðust á Sosialinum. Fyri tað fyrsta var hetta fyrstu ferð, at tey fingu eini hús, ið vóru innrættað til endamálið, og so fekk blaðið aftur egna prentsmiðju.
Miðskeiðis í sjeytiárunum var gamla prentsmiðjan á Heygsbreyt løgd niður, og Sosialurin var árini fram til 1982 prentaður á á rotatiónspressuni hjá Dimmalætting.
Nýggja pressan hjá Sosialinum varð sett upp í kjallaranum á blaðhúsinum á Argjum, og hon hevur prentað Sosialin fram til summarið í 2000, tá nýggja felagið, sum Sosialurin og Dimmalætting eiga í felag, Prentmiðstøðin, varð stovnað. Hetta felag prentar í dag bæði bløðini og øll onnur bløð, sum verða prentað í Føroyum, tí hetta er einasta rotatiónspressa, sum er í landinum.
Hendan leygardagin fyri 20 árum síðani vórðu prentaðir 5.400 Sosialar. Blað kom tá út tvær ferðir um vikuna, men eftir 6. mars 1982 kom blaðið út tríggjar ferðir um vikuna. Seinast í áttatiárunum vaks útgávudagatalið til fimm ferðir um vikuna.
Ein vanligur legyardagassosialurin í dag verður prentaður í sløkum 8.000 eintøkum. Á Sosialinum starvast gott 30 starvsfólk. Av teimum eru trý, sum eisini starvaðust her í 1982: Jan Müller, sum tá var blaðmaður og nú er ábyrgdarblaðstjóri, Tummas Pauli Thomsen, sum er umbrótari, Sigrid Tróndarson, sum er umbrótari og Ann Christiansen, sum er á skrivstovuni. Í 1982 starvaðist eisini Árni Joensen, sum í dag skrivar útlendska tilfarið í blaðnum.
Tann 24. mai í ár eru 75 ár síðani, at Sosialurin kom út á fyrsta sinni.