20 ár eru millum báðar toppskjúttarnar

Verða Tróndur Sigurðsson hjá AB og Jens Erik Rasmussen hjá 07 Vestri framvegis toppskjúttar, tá kappingin í 1. deild er liðug, so man helst fara at verða talan um eitt ógvuliga serstakt met. Tað eru nevnliga 20 ár ímillum Trónd Sigurðsson, sum er føddur í 1988, og Jens Erik Rasmussen, sum er føddur í 1968. Tað man næstan verða eindømi, at tað er so stórur aldursmunur millum tveir fótbóltsspælarar, ið kappast um at gerast toppskjútti í einari vaksnamannadeild, har kappast verður um at vinna sær uppflyting til bestu fótbóltsdeildina. Tróndur er føddur sama árið farbróðir hansara, Torleif Sigurðsson, sáli og aðrir undangongumenn vunnu føroyingum altjóða viðurkenning í fótbólti. Jens Erik Rasmussen var í landsliðshópinum tey fyrstu árini aftaná, at Føroyar høvdu fingið altjóða viðurkenning frá FIFA og UEFA. Í fótbólti hendir mangt stuttligt og forkunnugt.