Steindor byrjaði á goymsluni hjá Shell í 1985, og seinastu 19 árini hevur hann verið oljufýrservisemaður.
Av frítíðarítrivum hjá Steindor kunnu við nevna t.d. renning, hann hevur runnið í fleiri ár og er ein av veteranunum í hesi ítróttargrein. Eisini dámar honum væl at fáast við seyð.
Steindor Hjaltalin er havnarmaður, føddur í 1949. Sum ungur róði hann út og hevði onnur arbeiði sum t.d. hýruvognskoyring. Frá 1977-85 var hann ein av eigarunum av entreprenørfyritøkuni N. P. & S. Hjaltalin.
Steindor er giftur við Ann, og tey eiga 5 børn: Jan, Elisabeth, Allan, Rói og Sanna. Barnabørnini eru 8 í tali.