Í einari sjónbandsupptøku, sum franska tíðiondastovan AFP hevur fingið atgongd til, átekur leiðarin í Boko Harem, Abubakar Shekau, sær ábyrgdina av burturflytingini.
-Eg burturflutti genturnar, og eg ætli mær at selja tær á marknaðinum, sigur Shekau á upptøkuni sambært AF.
Tann 14. apríl vórðu 276 gentur burturfluttar frá einum skúla i Chibok. Tað eydnaðist 53 teirra at sleppa til rýmingar, men hinar 233 eru framvegis fangar hjá burturflytarunum.
AFP sigur seg hava fingið at vita, at nakrar av gentunum eru vorðnar tvingaðar til at giftast limum í Boko Harem, og at aðrar eru seldar monnum í grannalondunum Kamerun og Tjad.
Burturflytingin hevur vakt ans nógvastaðni uttan fyri Nigeria, og forsetin, Jonathan Goodluck, hevur biðið USA, Frakland, Bretland og Kina um hjálp til at basa tí víðgongda iskamistiska bólkinum.