Tá Manchester City var í Føroyum í farnu viku, vóru um 300 áskoðarar frá Manchester og fylgdu liði teirra. Nú EB/Streymur fer til Onglands at spæla returdystin, vera føroysku áskoðararnir í Onglandi eisini nógvir í tali.
Eitt flogfar fer beinleiðis til Manchester, og tað er fullsett. 83 fólk eru við – 48 áskoðarar umframt leikarahópin og fólkini kring hann, ið telja 35 tilsamans.
Mánadagin fer ein bussur fullur av fjepparum. Tey eru 44 í tali. Harumframt eru tað eini 20 áskoðarar í flúgva umvegis Danmark til Onglands, og eini 15, ið taka túrin via London.
– Og so veit eisini um fleiri, sum fara við privatbili avstað, umframt føroyingar, sum koma aðrastaðni frá enn úr Føroyum, so eg trúgvi væl, at vit fara at nærkast teimum 200, tá alt kemur til alt, sigur formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted.
Alt er planlagt
Tá ferðalagið kemur til Onglands, verða leikarar og áskoðarar skyld sundur. Leikarar og fólkini, ið eru knýtt at honum, búgva á hotelli fyri seg í Barnsley, har dysturin skal spælast, meðan áskoðararnir búgva í Manchester.
Tá ferðalagið kemur mánadagin, hava leikararnir frá restina av degnum. Týsdagin eru tvær venjingar á skránni – einaferð beint eftir døgurða og einaferð um kvøldið. Tað sama er støðan mikudagin.
Hósdagin verður vant á Oakwell Ground, sum er leikvøllurin, har spælt verður á. Hetta verður gjørt fyrrapartin, meðan dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.00. Oakwell Ground er heimavøllurin hjá Barnsley og rúmar hann 23.000 áskoðarum. Orsøkin til, at spælt verður har og ikki á City of Manchester Stadium, er, at Bon Jovi hevði eina stóra konsert har fyri stuttari tíð síðani, og grasið skal hava tíð at koma fyri seg, áðrenn spælt verður á vøllinum aftur.
Fríggjadagur er frídagur
Tað er tó ikki einans venjingar og dystur á skránni hjá EB/Streymi á Manchester-ferðini. Fríggjadagin sleppa leikararnir at taka sær av løttum. Tá er millum annað skipa fyri vitjan á Anfield Road, ið er heimavøllurin hjá Liverpool. Manchester City hevur eisini boðið EB/Streymi á vitjan á City of Manchester Stadium.
– Og tá vit síggja tann leikvøllin og eru í býnum annars, so giti eg mær til, at fleiri vilja síggja Old Trafford eisini, skemtar Rólant Højsted.