200 heiðra sambandsmenn

Loysingarpunkrokkbólkurin 200 fer sjálvan grundlógardagin at handa riddarakrossar til kular sambandsmenn, boðar bólkurin frá 200 hevur í sambandi við fløguna Stokkhólmssyndromið, sum kom út á Summarmála, framleitt sínar egnu riddarakrossar. Hóast tað er við skálkinum aftan fyri oyrað, at bólkurin hevur framleitt riddarakrossar, er eingin skálkur uppi í myndini, tá ið tað snýr seg um handanina, verður sagt í skrivi frá 200.

 

Tey, ið fáa riddarakrossin handaðan frá 200, eru sum meginregla fólk, sum bróta fordómarnar og annars ikki lata seg seta í bás. Sostatt er talan um eina veruliga heiðran av fólki, sum 200 heldur eru kul. Í hesum føri snýr tað seg um framstandandi sambandsmenn.

 

Tiltakið, sum er alment, verður fríggjadagin 5. juni kl. 18.30 á Bryggjubakka/Vágsbotni. Hetta kvøld er samstundis Mentanarnátt, og tiltakið er beint eftir setanina, sum er í Miðbýnum kl. 18.

Riddarakrosshandanin verður eftir øllum kunstsins reglum við horntónleiki og røðum og fer eftir ætlan fram umborð á einum báti.

 

Riddarakrossarnir verða til keyps á tiltakinum og sum frá líður eisini í fløgubúðunum. Riddarakrossarnir verða sostatt hvørs mans ogn, men bert tey útvaldu fáa hann handaðan frá 200, boðar bólkurin frá.