Ummæli
Tað var heilt klárt at 48 pages ikki bara vóru har fyri at hita upp,men at teir hildu seg eiga ein stóran part av skránni.Og rætt høvdu teir,tí ikki kann sigast annað enn at 48 pages seinasta árið hava verið sum ein rakket á rokkpalli Føroya.Frá í 2003 at hava vunnið Pop Top og harvið sum "underdogs" sluppu at spæla á ólavsøkukonsertini(Tó undir øðrum navni,tí undirlutafelagið hevði tikið feil av vinnaranavninum)til hetta kvøldið í kjallaranum er bæði bólkur,manning og framtraðkan verið fyri stórari broyting og eini øgiligari betring.Einki er at ivast í at Íslandstúrurin hjá teimum saman við speaker í summar,hevur sparka teir framm soleiðis at teir eru púra klárir yvir hvat skal til fyri at flyta áhoyrarafjøldina.
Tað gjørdu teir so við lít hetta kvøldið.Fyri fyrstu ferð eg havi verið í Vertshúskjallaranum ljóðaði tað væl har niðri.Grundin var sjálvandi at ein stór fjøld av glaðum fjepparum høvdu funnið sær vegin "Underground".
Og fjøldin vildi hava Punk.
Og tað fekk hon so.Eitt so vælspælandi 48 sum ongantíð fyrr,kókaði alt upp so tað longu langt áðrenn høðusnavnið kom upp at spæla var lív í øllum klútum.
Ringt er at takað nakað serligt lag burtur úr,annað enn at alt svingaði púra vilt og øll flippaðu út til ein ungan bólk sum sanniliga vísti at teir klára at stýra eini feitari konsert.
Stutt sagt eitt pissifeitt upplivilsi sum fekk meg at ivast hvussu 200 mundu fara at klára seg.
200
Tá 200 byrjaðu hugsaði eg við mær sjálvum,at nú skuldi Niels taka seg saman um so var at hann ætlaði at yvirganga lítlabeiggjan í 48 pages(átti ikki at verið neyðugt at nevnt Frans við navni,)sum hevði sparka fjøldina so mikið í gongd at hon kókaði.
Men Niels og hansara menn hava tað til felags,í mun til 48 Pages, at teir hava rutinuna,hava spælt í mong ár ,ikki minnst í fyrsta og eftir mínum tykki,einasta føroyska grungebólkinum Mold,sum gjørdi nógv um seg í nítiárunum.
Teirra stóra styrki liggur í at teir hava nøkur góð løg sum kunnu fáa okkum á flog ,sjálvt um vit halda vit flúgva.Eitt nú haldi serliga at Gimpurin og Skitni Kartni vóru í topp.So høvdu vit ikki verið stødd´í kjallaranum hevði takið nokk lyft seg oman av.
200 royna eisini at provokera.Og tað rakar sikkurt onkran meint,men alíkavæl haldi eg at tað er uppá sítt pláss at onker,enn í dag spyr seg sjálvan og onnur um tað rætta(ella skeiva)í tí sum politikkarar og makthavarar siga og gera,ikki minnst á tí moralska frontinum,har Jenis og aðrir sokallaðir andspersónar fáa teiggji.Tað sum hóast alt er gott við bæði 200 og Jenisi er at teir báðir tora at hava eina meining og at teir báðir tora at seta sítt navn undir hana.Og tað er flott í nútíðar Føroyum.
Stutt kann sigast um konsertina,at tað nokk bara er ROX 2004 sum kann sammetast við hesa.Eg haldi sjálvur at hetta var eitt tað besta konsertupplivilsi eg havi havt í ár.
Vertshúskjallarin er vælegnaður til slíkar konsertir um so er starvsfólkið kann koma ásamt um at tey flestu sum fara til eina konsert av hesum slag eru hampafólk.So kunnu tey læra seg at, tað er ein andsøgn í at høtta fólk við útblaking,tá tey flippa eitt sindur út,samstundis við at man alment gremur seg um hvussu keðiligt mentunarlívið í okkara høvuðstaði er.
Annars er at vóna at vit kunnu fá eitt sindur meira lív í tónleikalívið og ikki minnst at betra um spæliumstøðurnar hjá teimum ungu tónleikurun,sum í dag næstan bara hava Margarinfabrikkina og tað tónlistarliga fyritaksemið sum gongur fyri seg har,at dúva uppá.
Stutt sagt 48 pages og 200 skryktu teppið undan teim flestu sum leitaðu sær leiðina "Underground"farna leygarkvøld.
Til tey ið ikki funnu framvið »shit happens«.Men ver har næstu ferð.Ver við til at skapa framtíðina.