2000 deyð av koronavirus í eitt samdøgur

Fyri fyrstu ferð er talið av deyðum av koronavirus í USA farið upp um 2000 í eitt samdøgur.

USA hevur fyri fyrstu ferð skrásett oman fyri 2000 deyð av koronavirus í 24 tímar. Harumframt er talið av smittaðum í USA vaksið til yvir 500.000.

Sambært tølum frá Johns Hopkins University í morgun eru 2021 fólk deyð í tíðarskeiðnum frá klokkan 04 síðstu nátt til klokkan 04 í nátt.

Í sama tíðarbili samdøgrið frammanundan var talið 1904.

Tilsamans eru 18.693 fólk í USA deyð av koronavirus. Bara í Italia eru fleiri fólk deyð, 18.849.

Talið av smittaðum er sambært Johns Hopkins-uppgerðini farið um eina hálva millión við tilsamans 500.399.

Koronavirusið hevur rakt New York City og statin New York harðast. Bara í størsta býi í USA eru skrásett 5.820 deyð.

/ritzau/