2000 tons av laksi takast á Sandsvág

Um stutta tíð byrjar tøkan av laksi, sum Mowi hevur gangandi í aliringum á Sandsvág.

 

Í eina tíð hevur alifelagið Mowi arbeitt við at gera klárt til tøku av umleið 2000 tonsum av laksi í kruvdari vekt, sum felagið hevur gangandi í ringum á vánni.

Tað eru nøkur ár síðan, at Mowi byrjaði at royndarala á Sandsvág, og áður hevur felagið tikið nakað av fiski, sum var partur av hesi royndarverkætlan hjá felagnum.

Nú aliringarnir hava ligið innari á vánni, og nótirnar undir ringunum eru nakað grynri, vísir tað seg, at virksemið hevur eydnast nógv betri enn áður.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar, sigur, at alingin hesaferð hevur gingið so mikið væl, at felagið hevur gjørt av at halda fram við alingini á Sandsvág.

- Vit eru spent til tøkuna á Sandsvág. Fiskurin liggur um fýra og stívliga fýra kilo, nú hann verður tikin, og tað er marknaður fyri hesum fiski, leggur stjórin aftrat.

##med2##