Føroyar vinna silvur - taptu fyri vertstjóðini

Ynys Mon gjørdist ov sterkir, og teir strúka við gullinum

Mynd: Kurvabóltssamband Føroya

Aftaná tríggjar sigrar í trimum dystum, so bíðaði mest torføra uppgávan í kvøld hjá føroyska manslandsliðnum í kurvabólti.

 

Føroyar spældu í kvøld dystin um gullið á kurvabólts-oyggjaleikunum á Ynys Mon. Føroyar máttu lúta 56-73 fyri vertstjóðini. 

 

Í hálvleikinum var Ynys Mon á odda 40-23, so Føroyar megnaðu javnleik 33-33 í seinna hálvleiki. 

 

Ynys Mon hevur higartil vunnið allar fýra dystirnar í kappingini, og teir kunnu ikki takast á fyrsta plássinum. 

 

Føroyar spæla seinasta dystin í kappingini í morgin klokkan 11.30 móti Falklandsoyggjunum. Líkamikið hvørjum úrsliti tann dysturin endar við, so vinna Føroyar silvur í kappingini. 

 

 

 

Mynd: Kurvabóltssamband Føroya