Signar P. Heinesen
Loksins hevur løgmaður opnað dyrnar fyri tí, sum hevur fingið heitið visión 2015 og fer síðani við einum størri ferðalagi til India. Fleiri eru helst ørkymlað av tí, sum er komið fram ella kanska enn meira av, hvat ikki hómast í hesi ætlan. Og hví júst India var valt sum fyrsta málið fyri inspiratión er helst eitt sindur trupult at greina við skili.
Hvør kennir leiðina?
Ætlaði mær ikki at syngja við í tí kóri, sum lastar ætlanina og heldur ikki indiaferðina. Sum eg síggi tað, hevur løgmaður roynt sum frægast, at brúka tey amboð, sum hann hevur til taks, við tí endamáli, at bera byrðuna longur fram á vegin.
Ætlanin, sum hon er framløgd, ber júst boð um tað strategiska kyksendi, sum vit eru í. Her er eingin strategisk beinagrind, eingi uppskot til felags fatan av okkara strategiska støði og enn minni nakað uppskot til eina felags fatan av framtíðar møguleikum. Eingin strategisk filosofi, eingin strategisk analysa, einki strategiskt samskifti enn ikki ein strategiskur málburður, soleiðis at vit kunnu samskifta við skili.
Vit kundu sagt so mangt annað eisini, men uttan mun til, hvussu vit eyðmerkja ætlanina, sum hon er framløgd, broytir tað ikki tann veruleika, at landsins ovasta embætið, løgmaður, í ólavsøkurøðu síni 2005 hevur orðað eina visión 2015 og at nú er alment settur skjøtil á ætlanina. Løgmaður veit sjálvur, at hann verður dømdur uppá hesa ætlan. Tí má hann og samgongan finna eina leið fram. Tað er kjarnin. Harafturat eru vit so illa fyri strategiskt, at eg kenni meg rættiliga vísan í, at eingin persónur í landinum hevur nakra rímiliga greiða ætlan, hvussu vit ítøkiliga taka eitt stig í senn uttan at fara skeiv nakrar ferðir á leiðini.
Strategiskt kyksendi
E. Johnsen skilmarkar strategiska leiðslu soleiðis: Strategisk ledelse består i at generere summen af de egenskaber, som er nødvendige og tilstrækkelige til aktivt at udvikle eksistensgrundlaget for en strategisk enhed., Strategisk analyse og syntese, 1993. Strategisk leiðsla er at fáa orkuna til høldar í tilverugrundarlagnum við egnum mátti uttan at dúva uppá hepni, tilvild ella vælvild frá øðrum.
Fyri eitt land merkir hetta, at ein ætlan er strategiskt viðkomandi, tá ið tað ber til hjá ítøkiligum persónum at taka ítøkilig initiativ í samráði við ítøkiligar persónar, sum hava ítøkiliga ábyrgd av einum ítøkiligum málsøki á ein slíkan hátt, at fleiri initiativ frá ymsum persónum eru við til at lyfta í felag. Í myndatalu kunnu vit siga, at ein ætlan er strategiskt viðkomandi, tá ið tað ber tí einstaka til at finna ein togenda at hála í og at onkur rópar ohoy, tá ið vit skulu seta á.
Strategisk leiðsla verður sostatt ein spurningur um persónar og bygnað. Um relatiónir og prosessir. Vilja og evni til at fáa orkuna til høldar. Tað øvugta av eini strategiskari leiðslu er strategiskt kyksendi. Orkan verður brúkt, royndir verða gjørdar, men úrslitini vanta. Strategiskt kyksendi er eisini ein spurningur um persónar og bygnað, relatiónir og prosessir.
Sett upp í svart/hvítum litum, er ein ovasta leiðsla annaðhvørt samansett í eina strategiska leiðslueind ella er hon samansett av sabotørum. Annaðhvørt hevur ein ovasta leiðsla álit millum manna, vilja og evni til at savna krefturnar í realistiskum mennandi málum og evni til at fáa uttanfyri standandi at stuðla undir framburðin ella er ein ovasta leiðsla til stóran skaða fyri tað, hon er sett at leiða. Tess breiðari skipan vit tosa um og tess ovari í skipanini vit hyggja, tess nærri koma vit hesi svørt/hvítu mynd.
Er vælferðin í eygsjón?
Sum eg síggi tað, var fyrsta takið móti vælferðini seinastu 10-15 árini tikið í løgmansrøðuni 2005. Nú er so loksins alment settur skjøtil á tað arbeiðið, sum tá varð fráboðað. Vit kunnu hava so ymiskar hugsanir um, hvussu eitt slíkt arbeiði skal skipast, men higartil havi eg ikki havt orsøk til at halda, at løgmaður hevur mist takið á tí.
Tað næsta takið mótið vælferðini kom helst eitt sindur óvantað í eini løgnari støðu. Ikki er vist, at so mong onnur síggja SEV málið, sum eg síggi tað, men fyri mær skrivaði umboðsráðið hjá SEV einki minni enn søgu, tá ið tað tók róðrið í hond nú fyri kortum. Vit kunnu hava ymiskar fatanir av sjálvum málinum, men uttan mun til málið sjálvt meti eg, at tær avgerðir, har vóru tiknar, kunnu fáa stóran týdning, tí umboðsráðið hjá SEV er samansett av 70 kommunalpolitikarum kring alt landið og við avgerðunum stungu teir nøkur virði út í kortið, sum ikki eru til at fara skeiv av. Eg havi eisini ein varhuga av, at løgtingið á sama hátt er um at taka í teymarnar og seta nøkur virði uppá pláss kanska best lýst við málinum um, hvussu Hovstunnilin verður fíggjaður.
Onnur tøk verða tikin hvønn dag breitt í samfelagnum og nú ivist eg ikki í, at tað fer at bera til at venda føroysku skútuni upp í vindin áðrenn ov seint verður, soleiðis at initiativrík fólk í øllum aldri velja Føroyar eisini í árunum, sum koma.
Eksperimentið sum fortreyt
Eg havi arbeitt nóg leingi við menningarspurningum til at hava stóra virðing fyri, hvussu trupul uppgávan er. Av tí sama er virðingin fyri, at fólk, sum seta skjøtil á uppgávuna, fáa høvi til at royna seg fram, eisini stór. At tað kostar tíð, skattakrónur og aðra orku er ein veruleiki, sum vit mega taka til eftirtektar.
Við støði í einum strategiskum kyksendi hava vit skeivu fólkini á skeivum staði í einum skeivum bygnaði. Uttan eksperimentini koma vit okkum ongantíð burturúr hesi støðu. Um bygnaðurin skal broytast, persónar broyta atferð og eginleikar annars (herundir at læra nakað nýtt), persónar útskiftast ella eitthvørt annað, eru alt møguleikar, sum skulu havast í huga. Men uttan eksperimentið, uttan at royna seg, sleppur eingin av fetanum.
At løgmaður hevur blást í lúður er ein byrjan. At embætisverkið hevur sett eina arbeiðsætlan saman er ein byrjan. At løgmaður saman við øðrum fer til India á inspiratiónsferð er ein byrjan. Tann avgerandi spurningurin er ikki, um eitthvørt kundi verið gjørt betur ella øðrvísi, men at ætlanin festir røtur, at aðrar prosessir verða settar í verk, sum styðja ætlanini, og at eingin heldur ikki løgmaður sjálvur setir seg at bíða, til eitthvørt ávegis álit er liðugt ella hesin bólkurin ella hin bólkurin er liðugur.
Samanumtikið beri eg í dag minni ótta fyri marruni í 2015 enn eg gjørdi fyri tveimum árum síðani. Nógv bendir á, at ein strategisk oyðimarkargongd, sum higartil hevur vart í um 15 ár, er um at fáa ein enda. Hetta uttan mun til el-prísir, breiðbandsprísir ella 0%/33%/66% sølu av Atlantsflog.