Hendan dagin steðgaði allur heimurin á. Øll vóru skelkað av, at nakar kundi finna upp á at gera slíkt. Hendingin hevur sett síni spor upp á nógvar mátar, og á fleiri økjum tosar man nú um eitt “áðrenn” og eitt “aftan á” 11. september 2001. Yvirgangur og stríðið ímóti sama kom ovast á dagsskránna í altjóða trygdarpolitikki, og lond fóru kollektivt undir at gera umfatandi átøk til tess at forða fyri, at nakað líknandi kundi henda aftur.
11. september 2001 var ein týsdag. Tá hertóku 19 terroristar frá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda fýra ferðafólkaflogfør í USA. Tveir av hesum flúgvarum flúgva inn í eyðkenda World Trade Center í New York, sum elvir til, at tvíburatornini eftir eina løtu rapa saman. Triði flúgvarin flýgur inn í høvuðssætið hjá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, og hin síðsti endar á einum mark í Pennsylvania.
Yvirgangsatsóknin kravdi tilsamans 2.977 mannalív, umframt teir 19 flogrænararnar. Tey flestu offrini vóru í og uttan fyri World Trade Center. Lukkutíð eydnaðist tað nøkrum túsund fólkum at sleppa úr World Trade Center í øllum góðum. Fleiri enn 6.000 fólk særd av atsóknini.
##med2##
##med3##
Maðurin handan álopið var Osama bin Laden, sum eisini var stovnari av al-Qaeda.
Stutt eftir terrorálopið á World Trade Center fóru amerikanarar undir at gera eitt minnismerki, har sum tornini stóðu. Økið fekk navnið Ground Zero, og í dag er ein lund, eitt savn og tað nýggja One World Trade Center, sum lat upp á 10-ára degnum fyri terrorálopið.
##med4##
##med5##
Hvørt ár 11. september halda amerikanarar eitt minnishald fyri tey nógvu túsund menniskju, sum doyðu í og við World Trade Center lagnudagin. Haldið kallast Tribute in Light, og tiltakið fevnir um ljóslist, sum skal súmbolisera tvítornini.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##