Minst 22 fólk doyðu, tá eini hús rapaðu í indiska stórbýnum Mumbai í gjárkvøldið. Myndugleikarnir siga, at bjargingararbeiðið hevur verið sera torført, og at bjargingarmenninir hava verið noyddir at spaka. Ikki fyrr enn í morgun bar til at brúka gravimaskinur.
Fyribils eru minst 22 fólk funnin deyð, og 10 eru ikki komin afturíaftur. Níggju hava fingið skaða.
Enn veit eingin, hví húsini rapaðu, men fjølmiðlarnir skriva, at nógvir byggiharrar halda ikki byggireglurnar.