23 ára gamal doyði meðan stroymdi á TikTok

23 ára gamli Balin Miller, sum var víðagitin í klintrihøpi, er deyður eftir eitt fall í eini tjóðarlund í USA. Tað hendi alt undir beinleiðis stroyming á TikTok

Balin Miller var íðin fjallaklintrari og sera virkin á sosialu miðlunum. Myndin her er úr Hyality Canyon í amerikanska statinum Montana. Mynd: Dylan Miller

23 ára gamli kendi klintrarin Balin Miller er deyður eftir eitt fall í amerikanska Yosemite-tjóðargarðinum í Kalifornia.

Bretska BBC skrivar.

Hendingarnar fram til dramatiska deyðan eru framvegis ógreiðar, men beiggi Balin Miller hevur greitt tíðindastovuni AFP frá, at 23 ára gamli fjallaklintrarin var einsamallur og klintraði við bandi á kenda - og loddrætta - fjallinum, sum kallast El Capitan.

Her skuldi tann nú deyði fjallaklintrarin hava klárað sína klintring og var sambært beiggja sínum um at lyfta útgerðina, tá hann datt av meira enn 900 metra høga fjallinum.

Alt varð beinleiðis stroymt á TikTok-vanganum hjá Balin Miller.

Sambært BBC hevur mamma Balin Miller deilt eitt uppslag á sosialu miðlunum, har hon váttar deyðan.

„Hjarta mítt er er í knúsi. Eg veit ikki, hvussu eg komi ígjøgnum hetta. Eg elski hann so nógv’, skrivar hon millum annað sambært fjølmiðlunum.

Balin Miller gjørdist serliga kendur millum klintriáhugað eftir at hann, eftir 56 tímar klintring, var tann fyrsti at klára 'Slovak Direct' rutuna á 6.000 metra høga Mount McKinley í Alaska.

Sambært BBC eru trý fólk deyð í Yosemite National Park bara í ár. Ein 18 ára gamal maður úr Texas doyði eftir eina aðra klintrivanlukku í juni, meðan ein 29 ára gamal fjakkari doyði eftir at hava verið raktur av eini stórari trægrein.

 

 

 

Balin Miller var íðin fjallaklintrari og sera virkin á sosialu miðlunum. Myndin her er úr Hyality Canyon í amerikanska statinum Montana. Mynd: Dylan Miller