Ferðsluóhapp á Norðara Ringvegi í Havn

Eitt ferðsluóhapp hendi um hálvgumsekstíðina í gjár á Norðara Ringvegi við Varðagøtu.

Talan var um ein bil, sum rendi í reyvina á bilinum frammanfyri.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at aftari bilurin eftir øllum at døma ikki varnaðist, at fremri bilurin koyrdi spakuligari, og rendi tí á hann.

Talan var tó bara um materiellan skaða. Eingin fólkaskaði var.

Enn er ikki greitt, hví bilførarin ikki megnaði at bremsa, áðrenn óhappið, men tað verður nú kannað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.