Tað sigur Heðin Mortensen í samrøðu við Dimmalætting. Heðin Mortensen var borgarstjóri, tá Tórshavnar býráð samtykti staðsetingina til nýtt Tjóðleikhús á Bursatanga. Men ta avgerðina broytti undanfarna býráð, sum kom í minniluta, eftir at Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen fóru úr Javnaðarflokkinum og vórðu valdir fyri kommunulistan á valinum í desember í fjør.
Við Dimmalætting sigur Heðin Mortensen, sum nú er formaður í Havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, at tað er ov lítið plássi á Eystaru Bryggju til at byggja eitt tjóðleikhús har.
Hann sigur, at málið hevur ligið í dvala í langa tíð, og spurningurin er, nær málið um tjóðleikhúsið verður tikið fram aftur - ella um tað verður tikið fram aftur yvirhøvur.
Hann vísir á, at eftir at hann sjálvur tók undir við tí, hevur havnarmeistarin í Havn staðiliga mælt frá hesum, o gsigur, at Tórshavnar Havn fer at fáa brúk fyri økinum.
Heðin Mortensen sigur við Dimmalætting, at Strandferðslan eisini hevur mótmælt, tí tey meta, at hetta fer at fáa stórar avleiðingarnar fyri umstøðurnar á ferjuleguna hjá Smyrli.
Meira kann lesast í Dimmalæting, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á www.dimma.fo