23 ára gamla Sigrun Johannesen eigur og rekur mótahandilin Insito á Toftum. Tað var upprunaliga mamma hennara, sum byrjaði handilin í september í 2008 og sum rak hann fram til apríl 2012.
Insito hevur øll árini húsast í gamla Oyrahandlinum á Toftum, sum eigarin av Navia, Óli Kristian á Torkilsheyggi, nú eigur.
Bygningurin er dagførdur, og tá virksemið í Oyrunum læt uppaftur hin 4. mai í ár, lótu bæði Insito og Navia upp undir somu lon, umframt at annað virksemi nú eisini er í hesum bygningi, sum í gamlari tíð skapti rættiliga nógv virksemi, bæði á landi og sjógvi.
Áhugin fyri at selja mótaklæði, liggur ikki bara til Sigrun. Tað hevur omman á Strondum gjørt í handlinum Josi í meiri enn 30 ár, og tað var sum nevnt mamman, sum slóðaði fyri handilsvirkseminum hjá ungu toftagentuni við handlinum Insito.
- Eg arbeiddi javnan í handlinum, tá mamma hevði hann - ja, eg var her at kalla hvønn dag eftir skúlatíð, leygardagar og í frítíðini annars. Sum 14 ára gomul og eldri plagdi eg eisini at hjálpa ommu míni í Josi, tá eg í frítíðini var har yviri og vitjaði.
Sigrun Johannesen sigur seg onga løtu hava angrað, at hon førdi klædnahandilin hjá mammu síni víðari, og at hon soleiðis eisini gekk í fótasporunum hjá ommuni á Strondum.
- Eg eri alvorliga glað fyri hesa avgerð, og eg má bara siga, at eg elski mítt arbeiði. Ikki minst, nú eg eigi handilin sjálv, er hetta rættiliga spennandi, sigur Sigrun Johannesen.