23 lotto-millióningar í Grønlandi

EYDNUSPÆL Síðani 1989 eru 23 persónar í Grønlandi vorðnir millióningar.

Síðani 1989 eru 2.497 grønlendingar, føroyingar og danir vorðnir lotto-millióningar. Íalt eru fluttar 10 mia krónur inn á konto’ir teirra.
Hetta eydnuspælið byrjaði í oktober mánaði fyri sløkum 22 árum síðani. Fýra ár seinni kom Onsdags Lotto og í 2000 sá Joker dagsins ljós.
Ein uppgerð vísir, at í miðal hava vinningarnir verið 3,8 mió krónur.
Størstu eydnuna hava tey havt, sum hava spælt Lotto, tí av teimum sløku 2500 vinnarunum, hava næstan 2000 teirra keypt ein slíkan seðil.
At enda kann verða nevnt, at flestu vinningarnar eru falnir í økinum kring Keypmannahavn, meðan tríggir teirra eru endaðir í Føroyum.