Tað var turkiski forsætisráðharirn, Recep Tayyip Erdogan, sum kunngjørdi, at 238 arbeiðsmenn eru funnir deyðir eftir spreingingina og eldin niðri í náminum í gjárkvøldið. Sambært tíðindastovunum eru 93 arbeiðsmenn bjargaðir á lívi.
Erdogan, sum vitjaði vanlukkustaðið í dag, segði eisini, at 120 menn eru framvegis niðri í náminum, sum er einar 120 kilometrar í landnyrðing úr býnum Izmir.
-Vanlukkan skal kannast gjølla. Vit kunnu ikki góðtaka, at nakað tílíkt fer aftur við borðinum, segði forsætisráðharrin, sum hevur lýst landasorg í tríggjar dagar. '
Í Istanbul komu fleiri hundrað fólk saman í dag til eitt mótmælistiltak uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá felagnum Soma Holding, sum eigur námið. Í høvuðsstaðnum Ankara tóku umleið 800 fólk lut í einum tilsvarandi tiltaki, og BBC veit at siga, at løgreglan brúkti táragass og vatnkanónir fyri at spjaða mannamúgvuna, sum var á veg til innanríkisráðið.
Mótmælisfólk siga, at trygdin í teimum turkisku kolanámunum er alt ov vánalig.