24 lærarar fingið KT-kort

Í gjár fingu 24 lærarar við Sankta Frans skúla í Havn KT-kort, sum ger teir førar fyri at fara undir at taka KT inn í undirvísingina í fólkaskúlanum

Eins og á øllum øðrum arbeiðsplássum verða størri og størri krøv sett til kunnleikan hjá lærarum á telduøkinum.

Tíðin krevur, at meira verður gjørt við teld sum lærugrein, men trupult hevur verið hjá lærarunum at fáa neyðugu útbúgvingina.

Men nú tykist glið verða komið á.Í gjár fingu 24 lærarar við Sankta Frans skúla í Havn KT-kort, sum ger teir førar fyri at fara undir at taka KT inn í undirvísingina í fólkaskúlanum.

KT-kortið er ikki tað sama sum teldukoyrikortið, hóast ein partur av undirvísingini hevur sama innihald.

Endamálið við hesi undirvísingini er at útbúgva lærararnar soleiðis at teir aftur eru førir fyri at útbúgva næmingarnar.

Lærararnir hava fingið frálæru í 30 tímar yvir fimm dagar, og hava brúkt á leið tað sama heima.

Tað er KT-depilin, sum hevur staðið fyri útbúgvingini, men tað er Undirvísingar- og Mentamálastýrið sum letur prógvini og stendur fyri útbúgvinini.

Fyrstu KT-kortini vóru annars lærarum við Skála skúla fyri eini tíð síðani.