24 ára gamal tjenar 3,13 milliardir

Patrick Mahomes hevur skrivað undir nýggjan 10 ára sáttmála við Kansas City Chiefs.

Patrick Mahomes, quarterback hjá verandi Super Bowl-meistarunum úr Kansas City Chiefs í amerikanska NFL, hevur undirskrivað ein nýggjan sáttmála við felagið, ið ger hann til best lønta ítróttarfólk í søguni í amerikanskum ítróttum.

24 ára gamli Patrick Mahomes hevur undirskrivað ein 10 ára sáttmála, sum ger at sáttmálin nú røkkur til 2031. Sáttmálin hevur eitt virði á einki minni enn 3,13 milliardir krónur, og Mahomes fer í miðal at tjena 260 milliónir krónur um árið.

Tann, sum tjenar næstmest í NFL, er Russell Wilson, quarterback hjá Seattle Seahawks. Hann tjenar 230 milliónir krónur um árið, men hansara sáttmáli er væl styttri. Hann gongur út í 2023.

Patrick Mahomes hevur einans verið í NFL í trý ár, men hann hevur sanniliga gjørt seg galdandi, og í fjør fór hann allan vegin og var lykaleikarin tá ið Kansas City Chiefs vann Super Bowl eftir 31-20-sigur á San Fransisco 49'ers.

Evnini hevur Patrick Mohomes ikki frá fremmandum. Pápi hansara, 49 ára gamli Patrick Mahomes eldri, var eisini navnframur í USA, har hann spældi góð 10 ár í MLB, sum er besta deildin í baseball.