Enn hevur tað ikki eydnast Føroya Arbeiðsgevarafelag og teimum fimm arbeiðarafeløgunum, sum í løtuni eru í samráðingum, at finna eina nýggja semju.
Tí boða partarnir í dag frá, at verandi sáttmáli er longdur til mikudagin 4. mai á midnátt, og at samráðingarnar byrja aftur í morgin. Tað skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.
Partarnir samráddust í alla síðstu viku, umframt í gjár, men enn hevur tað ikki eydnast at semjast um ein nýggjan sáttmála. Tað tykist tó ikki at vera nógv, ið skilur partarnar, tí enn sita allir partar við samráðingarborðið.
Tey fimm fakfeløgini, ið samráðast við Føroya Arbeiðsgevarafelag eru Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag.