24 veddingarfyritøkur hava Kosovo sum favoritt

Kosovo er favorittur ímóti Føroyum í morgin, men ikki so stórur favorittur sum onkur hevði væntað

Tað koyrir sum eftir ánni hjá Kosovo í Nations League deild 4, bólki 3. Tað ger tað ikki í løtuni hjá Føroyum sum tekur ímóti Kosovo á Tórsvølli í morgin klokkan 17.

 

Kosovo hevur vunnið heimadystirnar ímóti Føroyum og Malta, og hava fingið ein virðismiklan javnleik ímóti toppseedaða liðnum úr Aserbadjan. Føroyar hava tapt tveir dystir á rað ímóti Kosovo og Aserbadjan, fult uppiborið ímóti Kosovo, meira óheppið ímóti Aserbadjan.

 

Tí var væntandi, at Kosovo fór at verða stórur og greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkunum. Kosovo er favorittur at vinna á Føroyum hjá 24 altjóða veddingarfyritøkum, men als ikki so stórur favorittur sum onkur hevði væntað aftaná sløku føroysku úrslitini í tveimum teimum seinastu Nations League dystunum.

 

Gjøgnumsnitsoddsið uppá sigur til Kosovo á Tórsvølli í morgin er 2,07. Gjøgnumsnitsoddsið uppá sigur til Føroyar er 3,66. Gjøgnumsnitsoddsið uppá javnleiki er 3,15.

 

Oddsini hjá teimum 24 veddingafyritøkunum uppá dystin á Tòrsvølli í morgin eru hesi:

 

24 veddingarfyritøkur:       Føroyar - kosovo1X2
10Bet  3.65 3.15 2.10
12BET  3.25 3.10 2.11
188BET  3.853.15 2.11
1xBet  3.84 3.28 2.06
888sport  3.95 3.30 2.00
bet-at-home  3.54 3.02 2.02
bet365  4.00 3.20 2.14
Betclic  3.73 3.17 2.09
Betfair  3.60 3.10 2.00
Betsafe  3.60 3.15 2.06
Betsson  3.60 3.15 2.06
BetVictor  3.70 3.20 2.10
Betway  3.60 3.20 2.15
bwin  3.80 3.10 2.15
ComeOn  3.75 3.20 2.10
Interwetten  3.65 3.10 2.05
Paddy Power  3.50 3.10 2.00
Pinnacle  3.86 3.27 2.11
SBOBET  3.20 3.15 2.12
Sportingbet  3.50 2.90 2.08
Unibet  4.00 3.30 2.00
William Hill  3.50 3.20 2.05
youwin  3.40 2.85 2.05
Betfair Exchange  3.95 3.09 2.10
Gjøgnumsnitsodds:3.663.152.07