245 deyð og yvir 6.000 skadd

Fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum, sum kravdi mannalív, hendi á Varmakeldueiði tann 2. september í 1928. Tá koyrdi ein lastbilur við fýra fólkum út av vegnum, og førarin doyði.

Síðani tá hava 245 fólk latið lív í ferðsluni í Føroyum.
Metingar siga, at o. u. 6.075 fólk hava fingið skaða í ferðsluni, og av teimum hava 608 fingið varandi mein.