25.000 um dagin

Við fleiri enn 25.000 vitjanum um dagin er portal.fo so nógv tann mest vitjaða føroyska heimasíðan
Hetta staðfestir nýggi vevmátarin hjá Gallup Føroyar, sum nú á aðru viku sýnir yvirlit yvir vitjanir á føroyskum heimasíðum.
Enn eru tað ikki allar síður, sum eru skrásettar á almenna yvirlitinum, men tað er tó eingin ivi um, hvør síða er tann mest vitjaða.
www.olivant.fo, ella portalurin, sum síðan vanliga verður rópt, hevði seinastu viku 176.131 vitjanir. Tað eru beint omanfyri 25.000 vitjandi um dagin.
Almenni listin hjá Gallup fevnir í løtuni um 21 heimasíður.