Løntakaratalið var sambært Hagstovuni um 25.700 í mai. Framrokningin vísir góðar 27.400 løntakarar fyri hendan mánaðin. Munurin er umleið 1.700 løntakarar ella góð 6% samanborið við metingina.
Sostatt er framvegis langt upp til støðið undan koronu, men hóast tað eru løntakaratølini í mai nakað frægari enn í apríl, skrivar Hagstovan.
Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so sum tað er framroknað í mars, apríl og mai, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum.
Í privatu tænastuvinnunum vóru um 8.000 løntakarar í mai. Framrokningin vísir slakar 8.900. Tað er ein munur á 900 løntakarar ella sløk 10%. Í apríl var munurin 14% samanborið við metingina. Støðan innan privatu tænastuvinnurnar er tí batnað nakað í mai borið saman við apríl.
Í apríl sást niðurgongdin innan privatu tænastuvinnurnar best í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur'. Myndirnar niðanfyri vísir støðuna í hesum vinnugreinum nú ein mánað seinni.
Løntakaratalið innan 'gistihús og matstovuvirksemi' fór niður í helvt í apríl, men í mai eru nú fleiri løntakarar aftur í vinnugreinini.
Eftir stóra minking í apríl fylgir løntakaratalið í vinnugreinunum 'handil og umvæling' og 'húshaldstænastur' (m.a. hárfríðkan, vakurleikarøkt, venjingarmiðstøðir, reingerð og ruskinnsavnan) nú í stóran mun tí væntaðu gongdini undan koronu.
Innan 'flutning annars', ið fevnir millum annað um flogferðslu, farmaflutning, bussleiðir, rutuferðslu, hýruvognskoyring og annan ferðafólkaflutning á landi, er støðan ikki stórliga broytt í mun til undanfarna mánað.