25 námsfrøðingar afturat

Ein heilur flokkur av sjálvlesandi føroyskum námsfrøðingum fekk í dag prógv á Dannerseminaret í Danmark

Tey 25 hava øll tikið lut á netlesnaðinum hjá Dannerseminaret, sum liggur í Jægerspris nakað norðanfyri Keypmannahavn. Skúlin heldur til á søguliga slottinum, sum Fríðrikkur sjeyndi hevði saman við konu síni, greivinnu Danner. Harav navnið á skúlanum.


Føroyski bólkurin hevur verið í Danmark hesa seinastu lítlu vikuna, har tey hava vart høvuðsuppgávur sínar, og hvør sum ein stóðu tey seg somikið væl, at prógvið varð handað.


Tey 25 eru: Gunhild Arge, Laila Skála Askham, Heidi Holm Dahl, Elin Debes, Eyðvør Egholm, Ingrid Fuglø, Linda Hammer, Eyðbjørg Hansen, Sóleyð Debes Joensen, Jóan Petur Ingemar Johansen, June Jónsveinsdóttir, Marion Leifsdóttir, Elin Mikkelsen, Hansy Mouritsen, Petrina Nolsøe, Jørgin Evert Olsen, Eyð Unadóttir Persson, Elspa Petersen, Marjun Petersen, Katrin Signa Poulsen, Nancy Petsy Selfoss, Susan Vibeka Tavsen, Annika Vestergaard, Súsanna Guðrið Dam og Mathilda Dam Lamhauge, sum tó vantar á myndini.

____________________________________________________________________