25 ár í politikki

Fríggjadagin vóru liðin 25 ár síðani, at Edmund Es­bern Jo­hann­es Joensen varð vald­ur á ting fyrstu ferð.

Tað var, tá tann 44 ára gamli laksaalarin og stjór­in á Rækjuvirkinum á Oyri varð valdur at umboða Sam­bands­flokk­in fyri Eyst­ur­o­y­ar valdømi.
Tað gekk skjótt uppeftir í flokki­num, tí longu tvey ár seinni vóru boð eftir nýggj­um formanni, tá Pauli Ellefsen legði frá sær og boðaði frá, at hann ikki still­aði uppaftur. Tí var tað við Edmundi á odda, at Sam­bands­flokkurin fór til val í 1990.
Fyrsta skeiðið hjá Ed­mundi var at vera and­støð­u­leið­ari – og eftir sermerkta løg­tings­valið í juli í 1994 var Sam­bands­flokk­ur­in størsti flokk­ur, og Edmund Jo­en­sen gjørdist løgmaður aft­ur drúgvar og tungar sam­ráð­­ing­­ar, har í minsta lagi tvey sam­gonguskjøl mill­um minst fimm flokkar vórðu skrivað.
Edmund Joensen hevur roynt alt í føroyskum pol­i­tikki – uttan at vera lands­stýr­is­mað­ur.
Hann hevur verið løg­tings­mað­ur, løg­tings­for­mað­ur, løg­mað­ur og fólka­tings­mað­ur.
Men hann hevur ikki altíð havt so lætt í flokki­num, har ymsir vargar hava spælt honum neisur. Með­an hann var løgmaður fekk hann stóran part av flokk­i­num ímóti sær – og hild­ið varð, at hann fór at fella á valinum í 1998. Men so var ikki.
Aftur varð kvett gjørt móti honum í 2001, tá tey still­aður Lisbeth L. Petersen upp ímóti honum til for­mans­val­ið í flokkinum. Tað stríð­ið vann Lisbeth.
Stríðið hevur helst styrkt Ed­mund Joensen. So sterkur er hann nú, at ikki ein gong Kaj Leo Holm Johannesen, løg­mað­ur, megnaði at vinna fólka­tingsess­in frá honum á valinum fyri tveimum árum síðani.