Tað var ein spennandi ólavsøka í 1986. Spennandi fyri føroyingar, men fyri nólsoyingar serliga.
Tí ikki bert vann Nólsoyingurin ólavsøku kappróðurin – hendan sama dag kom Ove Joensen at landi í Danmark. Legði inn í Gilleleje, eftir at hava balst 28 dagar í einsemi á sjónum.
Ferðin gjøgnum Limfjørðin og eystur um Sæland og síðani gjøgnum Kattegat gjørdist drúgvari enn hann hevði roknað við. Tað tók honum út við helvtina so leingi, sum allur teinurin úr Føroyum til Gilleleje.
Men so mikið søtari var sigurin, tá hann endiliga – tann 11. august – kleiv upp á klettin til Lítlu Havfrúnna og kysti hana. Meðan hann veittraði við føroyska Merkinum, tí hann var góður við Føroyar.
Hipið, sum var fyrstu ferð hann royndi at rógva hendan drúgva teinin, fánaði burtur, tá hann varð noyddur at seta upp í Hetlandi og seinni kom sum av torvheiðum aftur til Føroya við Norrönu.
Føroysku miðlarnir fylgdu annars væl við ferðini í 1984, og útvarpið hevði dagligar frásøgnir um, hvussu langt hann var komin og hvussu tað annars gekk.
Sjálvandi var vónbrotið stórt, tá hann mátti venda aftur, og eingin var meira vónbrotin, en Ove sjálvur. Men hetta vónbrotið rysti hann av sær, og legði við áræði til brots árið eftir. Aftur hesaferð av Havnini, og aftur hesaferð við sama úrsliti.
Hann mátti seta upp í Hetlandi, og síðani annað árið á rað at geva skarvin yvir.
Ro-Ove
Triðja árið, hann royndi seg, gjørdi hann av at leggja frá landi úr Nólsoy. Um tað hevur havt nakra ávirkan – og tað halda nólsoyingar var avgerandi – skal vera ósagt, men hesaferð bar til.
Føroyingar yvirhøvur vóru byrjaðir at missa vónina og hugin fyri ætlaða bragdinum hjá Ova Joensen, men tá tað á fyrsta sini eydnaðist at sleppa leysur av Hetlandi eystanvert, var tað beinanvegin, at áhugin vaks fyri treiska rógvaranum.
Nú kom rættiligur røringur í, fólk byrjaðu at tørna aftur og fram, og tess meiri Ove Joensen nærkaðist donsku strondini, tess sstørri gjørdist øsingin.
Tað var ikki sørt, at onkur fór at kanna ætt fyri at vita, um ikki onkur olduromma ella –abbi á onkran hátt hevði røtur í Nólsoy. Um tað ikki á einhvønn – um nokk so kronglutan hátt – var eitt ella annað ættarband tan vegin, tí øll vildu vera í familju við hendan framúr mann.
Nólsoyingar vóru so stoltir sum ongantíð áður, og øll gingu runt og vissaðu hvønn annan um, at tey so sanniliga ongantíð høvdu ivast í, at Ove Joensen fór at klára hetta bragdið.
Tað førdi eisini til rættiligt »ståhej«, tá Ove nærkaðist Langelinje, og ein stór delegatión úr Nólsoy troppaði upp saman við honoraties av øllum handaslag at taka ímóti stóru hetjuni.
Sjálvur Erik Weidekamp, yvirborgarstjóri, stóð uttast á kantinum og helt røðu fyri »Ro-Ove«, sum han varð doyptur í donsku bløðunum.
Okkara Ove
Hesin eitt sindur villi ungi maðurin hevði knappliga framt eitt bragd, sum tað verður seinur dagur, at nakar ger honum tað eftir.
Røður í longum banum vórðu hildnar fyri honum, og eina løtu kundi hann leggja seg í eina fína dupultsong, sum Weideman hevði givið honum til gávus. Úti á Langelinje.
Hesar dagarnar spentu føroyingar bringuna úr sær – og eingin meiri enn nólsoyingar. Droymarin, ævintýrarin, ja, enntá hálvi apukatturin var nú »Okkara Ove«. Eingin hevði vitað annað enn at tað búði eitt stórmenni í hesum knáa unga manninum.
Danmark var á gosi, og Føroyar ikki minni. So stórt var einki framman undan og bert sigurin á Eysturríki hjá føroyska fótbóltslandsliðnum hevur skapt slíka øsing í Føroyum síðani. Og hóast Pál Joensen uttan nakran iva er størsta ítróttahetjan, sum Føroyar enn hava fostrað, hevur hann ikki á sama hátt megnað at stimbrað hugflogið hjá føroyingum á sama hátt, sum Ove Joensen gjørdi í 1986.
Tragiski deyði Ova í 1987 hevur havt hugtakandi avleiðingar við sær. Burtursæð frá Ólavi kongi er eingin annar persónur, sum hevur fingið eina stevnu uppkallaða eftir sær í Føroyum. Tað eiga nólsoyingar rós fyri, tí sagt verður, at ein profetur ofta er illa lýddur í sínum egna landi.
Nú 25 ár eru liðin síðani stóra bragdið í 1986, halda nólsoyingar – saman við restini av Føroyum – Ovastevnu fyri 19. ferð.
Og herfrá skal bert ljóða: Góða Ovastevnu!