Starvsfólkini vóru savnaði í kantinuni og stjórin, Hákun Djurhuus, og tekniski leiðarin, Palli Petersen, hildu talu fyri Andriasi. Teir vóru samdir um, at Andrias er ein av lyklapersónunum í fyritøkuni, hann dugdir væl við fólki, bæði starvsfólkum og kundunum, og hann er arbeiðssamur, raskur og fær arbeiðið at glíða lætt. Hann fekk bæði gávur og blómur í samband við starvsdagin.
Andrias er 45 ára gamal og vestmenningur. Hann koyrdi lastbil hjá Øssuri Christiansen í Vestmanna, áðrenn hann 1. juni 1980 byrjaði sum bilførari hjá P/F Shell í Havn. Í 1985 avloysti hann Jógvan Elias Jacobsen, sum tá legði frá sær sum formaður, og í dag er Andrias rakstrarleiðari fyri goymsluna og bilførararnar.
Andreas eigur døturnar, Tinu, sum býr í Danmark og Lindu sum býr í Hoyvík.