25 ára starvsdagur á Postverkinum

15. februar hevði Sólfríð Viderø í Hoyvík 25 ára starvsdag hjá Postverki Føroya.

Sólfríð f. Eliasen, er ættað úr Klaksvík, dóttir Kathu og Louis Eliasen. Hon arbeiddi í klædnahandlinun hjá Kjølbro í Klaksvík, áðrenn hon í 1975 kom til Havnar, har hon fekk arbeið í Skálabúðini og var har í fýra ár.

Síðan 15. februar 1979 hevur hon verið í føstum starvi hjá Postverki Føroya, og hevur meginpartin av tíðini arbeitt í umsitingini.

Sólfríð er gift við Jógvani Viderø av Sandi, tey búgva í Hoyvík og eiga synirnar Høgna og Bjørn.