Jóansøkan á Tvøroyri verður nakað serligt

- Øll, sum fara at luttaka í kappróðrinum á jóansøku í ár – barnamanningar og vaksnar manningar – fáa eina serliga minnismedalju við 100 ára logo á

Barbara Tausen er forkvinna í mentanarnevndini í Tvøroyar kommunu

Jóansøka, sum í ár hevur 100 ár á baki, verður á Tvøroyri í ár, og vit hava sett forkvinnuni í mentanarnevndini hjá Tvøroyrar kommunu, Barbaru Tausen, nakrar spurningar. 

100 ár er eitt stórt og runt tal.  

 

Hvussu fer tað at merkjast, at jóansøkan í ár rundar tey 100 árini? 

 

- Tað fer heilt vist at merkjast. Vit arbeiða við einari skrá, sum fevnir um nógv ymisk tiltøk fyri allar aldursbólkar. Vit hava lagt okkum eftir at skapa eina serliga jóansøku, sum bæði heiðrar søguna og røkir framtíðina. Harumframt verða nøkur serlig tiltøk á skránni, sum bert verða partur av ársins jóansøku. Tað er týdningarmikið fyri okkum at seta dám á, at hetta er eitt heilt serligt ár.

Barbara Tausen sigur, at skráin fyri jóansøkuna hesaferð verður uppaftur meira rúgvusmikil enn til eina vanliga jóansøku. 

- Ja, eingin ivi er um tað. Vit hava longu arbeitt í fleiri mánaðir við einari drúgvari og fjølbroyttari skrá, har nógv nýtt er lagt aftrat undanfarnu skráum. 

Hon vísir á, at eitt nú verða fleiri tónleikainnsløg, listaframsýningar, barna- og ungdómstiltøk, myndaframsýningar og ymiskt annað. 

- Eisini leggja vit stóran dent á samstarv við bæði felagsskapir og einstaklingar í kommununi, soleiðis at hetta verður ein stevna, har nógv fólk kenna seg aftur og føla seg sum ein partur av.  

Kappróðurin er hæddarpunktið á bygdastevnunum – verður nakað serligt gjørt burturúr her? 

- Kappróðurin er og verður ein grundarsteinur á jóansøkuni. Á Tvøroyri hava nógv fólk eitt sterkt tilknýti til kappróðurin og til kappróðrarfelagið, Froðbiar sóknar Róðrarfelag. 

Forkvinnan í mentanarnevndini sigur, at umframt róðrarfelagið, gera nógv sjálvboðin fólk eitt stórt arbeiði fyri at fáa jóansøkuróðurin so góðan sum til ber. 

- Øll, sum fara at luttaka í kappróðrinum á jóansøku í ár – barnamanningar og vaksnar manningar – fáa eina serliga minnismedalju við 100 ára logo á. Medaljan verður latin sum ein heiður og minnislutur fyri teirra luttøku í hesi serligu jóansøku.  

 

Kappróðurin í søgu

Nú vit eru inni á kappróðrinum á jóansøku, vísir Barbara Tausen á, at Torfinnur Hammer saman við øðrum fer at skipa fyri einari forvitnisligari myndaframsýning í nýggja kappróðrarneystinum.

- Framsýningin fer at lýsa kappróðurin gjøgnum árini – frá teimum fyrstu róðrunum til dagin í dag. Hetta verður soleiðis ein møguleiki hjá borgarum og gestum annars at síggja søguna og fáa innlit í, hvussu stóran týdning kappróðurin hevur og hevur havt fyri okkara stevnur runt landið og okkara bý. 

Vænta tit fleiri stevnugestir, nú jóansøkan fer at hátíðarhalda sín 100 ára dag á Tvøroyri? 

- Av tí, at vit gera meira burtur úr jóansøkuni í ár, vænta vit nógv fólk. Tað hevur stóran týdning fyri bæði okkum sum fyriskiparar og fyri býin sum heild, at nógv fólk koma saman at halda hendan merkisdagin dagin saman við okkum. 

Hon heldur, at tað merkist longu nú, at bæði fólk úr Suðuroynni og aðrastaðni við hava ætlanir um at hátíðarhalda hesa jóansøkuna á Tvøroyri.  

- Vit hava lagt okkum eftir at skapa eina stevnu, sum røkir bæði mentan, søgu og felagsskap og sum kann verða ein felags uppliving fyri øll, sigur forkvinnan í mentanarnevndini.

 

Sterk søgulig siðvenja

Barbara Tausen vísir á, at mentanarlívið á Tvøroyri er bæði fjølbroytt og livandi, og tað fevnir bæði um tónleik, myndlist, sagnir, ítrótt, ymiskar felagsskapir, bæði innan mentan og átrúnað. 

- Tvøroyri hevur eisini eina serliga sterka søguliga siðvenju, og vit hava nógvar eldsálir, sum gera eitt ómetaliga stórt arbeiði fyri okkara bý.  

Hon heldur, at mentanarparturin altíð kann mennast enn meira við at skapa uppaftur betri umstøður til kreativitet og samstarv, og her skal kommunan vera ein týðandi og virkin viðleikari.  

- Slíkt gera vit, sum við jóansøkuni hesaferð, men eisini við einum langtíðarhugsandi mentanarpolitikki og við at stuðla ymiskum fjølbroyttum hugskotum og tiltøkum, sum borgarar í kommununi koma við.

At enda hevur Barbara Tausen sum forkvinna í mentanarnevndini í Tvøroyrar kommunu hesa heilsu at bera: 

- Tvørafólk eru kend fyri gestablídni, og øll skulu vera hjartaliga vælkomin at halda hendan hátíðardagin saman við okkum, nú jóansøkan fyllir 100 ár.

 

 

 

Barbara Tausen er forkvinna í mentanarnevndini í Tvøroyar kommunu