Tað sæst á roknskaparportalinum vinnuvitan.biz.
Tað partafelagið, sum hevði størst yvirskot í 2021 var P/F Bakkafrost, sum tá hevði 934.036.000 krónur í yvirskoti. Tað er munandi betri, enn árið fyri, tá ársúrslitið hjá Bakkarost var slakar 463 milliónir krónur.
Av teimum 25 feløgunum á listanum við teimum 25, sum tjentu mest í 2021, hava næstan øll okkurt við fiski- ella alivinnu at gera – umframt bankar og tryggingar, og so tunnilsfelagið.
Viðmerkjast skal tó, at úrslitið hjá feløgunum í Bakkafrost-samtakinum í listanum niðanfyri telja við í ovasta felagnum, P/F Bakkafrost.
Yvirlitið niðanfyri vísir tey 25 feløgini, sum sambært roknskaparportalinum vinnuvitan.biz tjentu mest í 2021:
Nr. |
Felag |
Ársúrslit (krónur) |
1 |
Bakkafrost P/f |
964.036.000 |
2 |
Lív lívs- og pensiónstrygggingarfelag P/f |
470.329.000 |
3 |
Bakkafrost Farming P/f |
317.033.000 |
4 |
Ognarfelag Tryggingartakaranna L/f |
276.831.000 |
5 |
Betri P/f |
276.830.000 |
6 |
Havsbrún P/f |
252.471.000 |
7 |
Bakkafrost Sales P/f |
207.407.000 |
8 |
BankNordik P/f |
193.356.000 |
9 |
Varðin P/f |
141.930.000 |
10 |
Betri Banki P/f |
132.329.000 |
11 |
Betri Trygging P/f |
114.189.000 |
12 |
Palli hjá Mariannu P/f |
101.199.000 |
13 |
Luna P/f |
91.738.000 |
14 |
Pelagos P/f |
79.822.000 |
15 |
Í Tungu Sp/f |
79.269.000 |
16 |
Eystur- og Sandoyartunlar P/f |
78.555.000 |
17 |
Bakkafrost Processing P/f |
75.073.000 |
18 |
Tjaldur P/f |
70.359.000 |
19 |
Varðin Pelagic P/f |
69.196.000 |
20 |
frá 5. juni 1992 P/f |
68.785.000 |
21 |
Framherji Sp/f |
68.012.000 |
22 |
Mowi Faroes P/f |
65.171.000 |
23 |
Hvalnes P/f |
53.558.000 |
24 |
Von P/f |
52.003.000 |
25 |
Krossbrekka P/f |
47.012.000 |
|
|