Blákrossheimið hevur nú almannakunngjørd sína ársfrágreiðing fyri 2021.
- Í 2021 raðfesti Blákrossheimið ambulanta viðgerð á ein serstakan hátt. Í dag hava vit av tí sama fimm ambulantar bólkar, samstundis sum DAT ung hevur tveir ungdómsbólkar fyri 15 til 25 ára gomul. Tilsamans hava vit pláss til 62 persónar í okkara ambulantu DAT bólkum. Sæð burtur frá ungdómsbólkunum, so hava vit havt 93 ymiskar persónar í ambulantu DAT bólkunum hjá okkum. 59 persónar í bólkunum fyri rúsnýtsluórógv og 34 í familjubólkunum.
Í 2021 byrjaði Blákrossheimið eisini eina nýggja viðgerð, sum er ætlað kvinnum burturav.
- Ein ávís stigmatisering tykist at vera av kvinnum við rúsnýtsluórógvi samanborið við menn við líknandi avbjóðingum. Bólkurin er ætlaður kvinnum frá 18 árum og eldri. Higartil hevur aldursspennið verið millum 38-69 ár. Bólkaviðgerðin er skipað sum eitt ambulant tilboð, og er staðsett í miðbýnum Havn. Innihaldið í viðgerðin er bygt á DAT viðgerðarháttin.
Í ársfrágreiðingini stendur, at tilsamans 254 fólk leitaðu sær viðgerð hjá Blákrossheiminum í 2021.
- Í 2020 var talið 172. Hetta lutfalsliga lága tal var ávirkað av koronustøðuni. Samstundis er vaksið munandi um ambulant viðgerðartilboð. Talið í 2019 var 222.
Víst verður á, at aftur í 2021 sást greiður munur á, hvørjum evnum ung og vaksin rúsaðu seg við.
- Millum tey vaksnu var tað greitt alkohol, sum var mest útbreitt. Fleiri enn 80% av teimum, sum komu í rúsviðgerð á Blákrossheiminum í 2021, leitaðu sær hjálp fyri alkohol burturav.
Í frágreiðingini hjá Blákrossheiminum fyri 2021 verður lagt aftrat, at bert 24% av teimum ungu drukku einans alkohol. 70% høvdu eina nýtslu, sum sambært hagtølunum snúði seg um alkohol, tablettir, hassj og narko. Royndir vísa, at hassj er tað evnið millum hesi, sum var mest útbreitt, verður sagt í frágreiðingini.