26 ár síðani svarta oktober í 1992

Í dag eru 26 ár liðin síðani Sjóvinnubankin í veruleikanum fór á húsagang, men varð bjargaður við eini loysn frá donsku stjórnini við hørðum treytum

Í dag eru 26 ár liðin síðani Sjóvinnubankin í veruleikanum fór á húsagang, men varð bjargaður við eini loysn frá donsku stjórnini.

 

Fólk hvukku við hendan týsdagin, 6. oktober í 1992, tá tað frættist, at Atli Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri, á nátt at kalla vórðu boðsendir til Danmarkar, har teir skuldu standa til svars fyri donsku stjórnini, eftir at fíggjareftirlitið hevði granskað føroysku peningastovnarnar.

 

Støðan var tann, at Sjóvinnubankin stóð til at fara á húsagang. Í høvuðsheitinum var orsøkin, at Fíggjareftirlitið hevði niðurskrivað virði bankans – serliga tí, at Fíggjareftirlitið ásetti virðið á føroyskum sethúsum á bygd at vera hæst 300.000 krónur og sethús í Havn til hægst 500.000 kr.

 

Hetta hevði við sær, at bankanum nú tørvaði hundraðtals milliónir. Kreppan var nú veruleiki, og tað gekk upp fyri føroyingum hendan dagin, tá tað frættist, at Sjóvinnubankin varð bjargaður.

 

Dekkað varð upp til fína móttøku í høvuðssætinum hjá Sjóvinnubankanum hendan dagin, tí 6. oktober varð eisini stovningardagur bankans, og hendan dagin vóru liðin 60 ár síðani, at bankin varð stovnaður í 1932, og tað skuldi hátíðarhaldast. Men í staðin fyri hátíðarhald tustu fólk í bankan at taka út pengar.

 

Tá Birgir Danielsen, nevndarformaður, og Steingrímur Nielsen, stjóri, komu til høvuðssæti bankans í Húsagøtu, stóð sjónvarpið fyri teimum. Men tá var tað fyri at frætta um donsku bjargingina av bankanum.

 

Sambært avtaluni millum landsstýrið og donsku stjórnina, so skuldi Tjóðbankin læna landsstýrinum 300 milliónir krónur til føroysku peningastovnarnar. Hendan upphædd skuldi kunna hækka til 500 milliónir krónur, um neyðugt. Landsstýrið og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar skuldu seta 500 milliónir í nýggjan grunn.

 

Partapeningurin í Sjóvinnubanknum verður niðurskrivaður úr 98 milliónum krónur niður í 15 milliónir krónur, og grunnurin setir nýggjan pening í Sjóvinnubankan. Grunnurin verður stýrdur av nevnd við fimm limum. Stjórnin velur tríggjar limir, landsstýrið tveir.

 

Ein treyt er, at landsstýrið skal gera eitt realistiskt fíggjarlógaruppskot fyri 1993, har javnvág er á inntøkuum og útreiðslum, samstundis sum landsstýrið ger eina búskapar-politiska ætlan um, hvussu javnvág fæst, og hendan ætlan skal verða gjørd innan fimm mánaðir, og hon skal gerast av óheftum búskaparfrøðingum frá altjóða valutagrunninum IMF. Eisini skal landsstýrið fara undir at nútímansgera føroysku vinnulóggávuna, herundir banka-, partabræva- og grannskoðaralóggávuna. Um lánitreytirnar ikki verða hildnar, verður mótroknað í blokkstuðlinum.

 

Krøvini vóru hørð, og hetta var bara byrjanin til kreppuna, sum rakti Føroyar í nítiárunum. Nógv fólk mistu hús og heim, og tíðirnar vóru merktar av høgum arbeiðsloysi, stóari fráflyting, stórum fiskaloysi og nógvum húsagangum. Ringasta kreppuárið var 1993.