260 fólk á Fólkaheilsuráðstevnu

At arbeiðspláss skapa karmar fyri rørslu hevur stóran týdning, tí sjálvt fáir minuttir av rørslu um dagin kunnu betra munandi um heilsuna hjá starvsfólkunum

Tað var ein av niðurstøðunum á Fólkaheilsuráðstevnuni, sum ÍSF, Heilsustýrið og Heilsu- og Orkumálaráðið skipaðu fyri í Kongshøll í gjár. Høvuðsevnið var "Rørsla á arbeiðsplássinum", og endamálið var at lýsa, hvussu rørsla kann gerast natúrligur partur av arbeiðsdegnum.

 

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, legði í setanarrøðuni dent á týdningin av at fáa rørslu inn í arbeiðsdagin, og at átøkini eru einføld, smidlig og viðkomandi.

 

Ítróttasamband Føroya skrivar, at talan er ikki um somu loysn fyri øll, tí arbeiðspláss, uppgávur og menniskju eru ymisk. Fyri summi snýr tað seg um at koma meira upp úr stólinum, meðan onnur hava tørv á meira fjølbroytni í arbeiðsrørslunum, at styrkja kroppin og fyribyrgja pínu og slit. Landsstýriskvinnan boðaði eisini frá, at 2027 verður rørsluár í Føroyum.

 

NÓGV SITA TIL ARBEIÐIS

 

Í framløgu hjá Elisabet Skaalum Mikkelsen og Noomi Gregersen í Heilsustýrinum kom fram, at ein spurnakanning um arbeiðsumhvørvi í Føroyum vísti á, at yvir 43% av føroyingum sita niðri í minsta lagi 3/4 av arbeiðstíðini. Meira enn helvtin av vaksnum føroyingum gera ov lítið av kropsligum virksemi eftir WHO standardum, tó ynskja 80 % av hesum at vera meira kropsliga virkin.

 

##med2##

 

Danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling, vísti á, at royking, rúsdrekka og vantandi rørsla eru tættir, sum hava størstu neiligu ávirkan á livialdurin. Harumframt hava sosial sambond og at fyribyrgja strongd stóran týdning fyri heilsuna, segði hann. Talan er sostatt um eina samansetta avbjóðing, har fleiri vandatáttir hava ávirkan á samlaðu heilsustøðuna.

 

RØSLUÁBIT GERA MUN

 

Magni Mohr, professari í fysiologi á Fróðskaparsetrinum, vísti á, at heilt stuttar, intensar venjingar kunnu hava gagnlig árin á heilsuna hjá fólki. Slíkar venjingar – rørsluábit – kunnu gerast í arbeiðstíðini uttan at vera til ampa fyri arbeiðið. Rørsluábit kunnu minka og fyribyrgja pínu í t.d. ryggi og nakka og megna eisini at minka um sjúkrafráveruna, segði Rúni Bláfoss, granskari á Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA).

 

Trine Fuhr Nielsen, samskipari hjá NFA, greiddi frá Sundhedsmiljø-verkætlanini, sum er ein tilgongd, sum leggur dent á,hvussu starvsfólk kunnu fáa betri heilsu bæði kropsliga, sálarliga og sosialt tá tey eru til arbeiðis, tí arbeiðið í sjálvum sær er skipað á ein hátt, sum gagnar heilsuni. Eisini kunnaðu Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum, og Rannvá Justinussen, HR- og marknaðarleiðari hjá Betri Trygging, um innandura og uttandura rørslu- og heilsuátøk á teirra arbeiðsplássum.

 

Umboð fyri ÍSF, Katrin Dam á Neystabø og Signar Hilmarsson, greiddu frá Ítrótta- og Rørsluvikuni í komandi viku, har yvir 100 arbeiðspláss hava boðað frá luttøku.

 

Ráðstevnan endaði við pallborðskjaki, har umrøtt varð, hvussu vit kunnu fáa betri heilsu av at fara til arbeiðis. Kjakast var eisini um týdningin av at normalisera rørslu og tað at vera kropsliga virkin, sum eina natúrliga fortreyt fyri góða heilsu. Við pallborðið vóru Ári Rasmussen, kiropraktor, Marius Thomassen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, Rúni Bláfoss, granskari hjá NFA, Helgi Winther Olsen, rørslufrøðingur, og Trine Fuhr Nielsen, samskipari hjá NFA.

 

Umleið 260 fólk luttóku á Fólkaheilsuráðstevnuni í Kongshøll

 

##med3##