Stúrir fyri stálrøri mitt í ferðoynni

Skeltið stendur á landsvegnum, tá tú kemur til Søldafjarðar av Skipaneskrossinum, har hámarksferðin verður lækkað úr 80 og 60 niður í 50 kilometrar um tíman. Sámal Bláhamar hevur biðið Landsverk kanna, um uppsetingin er nóg trygg.

Skeltið stendur mitt í ferðoynni á landsvegnum við norðara enda á Søldarfirði. Her verður hámarksferðin lækkað niður í 50 kilometrar um tíman. Mynd: Sámal Bláhamar

Eitt ferðsluskelti á landsvegnum í Søldarfirði kann vera ein vandi, um eitt akfar av misgáum koyrir upp á ferðoynna, har skeltið stendur.

 

Tað heldur Sámal Bláhamar, sum hevur vent sær til Landsverk við áheitan um at kanna uppsetingina.

 

Ferðoyggin stendur við innkoyringina til Søldarfjarðar, har hámarksferðin verður lækkað úr 80 og 60 niður í 50 kilometrar um tíman.

 

Á myndini sæst, at skeltið stendur á einum lutfalsliga tjúkkum galvaniseraðum stálrøri, sum tykist vera stívt fest niður í oynna. Rørið stendur nær koyrilinjuni hjá einum akfari, sum rakar skeivt og endar uppi á ferðoynni.

 

– Um hetta er eitt vanligt stívt stálrør uttan brot- ella eftirgevingarskipan, hevði eg fegin viljað vitað, um Landsverk metir, at uppsetingin er nóg trygg við einum møguligum samanstoyti, skrivar Sámal Bláhamar til Landsverk.

 

Hann spyr eisini, um skeltastativið er eftirgeviligt og góðkent til staðsetingina, eitt nú sambært evropeiska standardinum EN 12767 ella teimum ferðslutrygdarkrøvum, sum Landsverk annars nýtir.

 

Eftirgeviligar skeltastengur eru gjørdar soleiðis, at tær geva eftir ella brotna við samanstoyt og harvið kunnu minka um avleiðingarnar, um eitt akfar rakar tær.

 

Sámal Bláhamar heitir á Landsverk um at kanna uppsetingina og meta um, hvørt ein eftirgevilig skeltastong hevði verið ein tryggari loysn.

 

Skeltið stendur mitt í ferðoynni á landsvegnum við norðara enda á Søldarfirði. Her verður hámarksferðin lækkað niður í 50 kilometrar um tíman. Mynd: Sámal Bláhamar