Dávid Isfeld, lesandi
Mín spurningur til nógvar politikarar er: Hví gerast tit – av fríum vilja – ein virkandi partur av eini politiskari skipan, har samfelagsligi politikkurin er atskiltur átrúnaðinum, tá tit ikki góðtaka hesa skipan? Tað er jú ikki sum um, at tit ikki vistu av hesi atskiljing. Tá vit nú sum “avvarandi” at hesum politikarum, ið eru falnir mest sum fyri egi svør á tingsins vívølli, hvat skulu vit hugsa um hesar gerðir hjá okkara (háttvirdu?) umboðum á tingi? Hava hesir politikarar gloymt hvørja ábyrgd teir hava yvir fyri sínum flokki og sínum veljarum sambært verandi skipan?
Dagsins yrki
Um eitt uppskot verður lagt fram á tíng, ið viðkomandi tinglimur metur at vera eitt ringt uppskot av eini ella aðrari orsøk, so skal hann bara atkvøða ímóti, ella atkvøða blankt, um hann metur tað vera best ikki at atkvøða ímóti sínum flokksfelagum. Tað er tann uppgáva hann hevur átikið sær av fríum vilja sum tinglimur, og tað er hansara skylda og ábyrgd, sum fólksins tænari og umboð á tingi, at atkvøða og siga sína hugsan frá tingsins røðarapalli – og onki annað. Tað vil fyrr ella seinni koma eitt mál fram á ting, sum fer at skapa øsing – soleiðis er tað nú einaferð – men tað merkir ikki, at so stendur tinglimum frítt at fara úr flokkum, skifta frá samgongu til andstøðu o.t. (hetta er eitt fólkaræði - ikki anarki). Tinglimirnir eru ein partur av einum fólkaræði og SKULU handla samsvarandi, ella fara úr politikki - og ikki úr einum flokki ella samgongu. Eftir tí, ein lesur og hoyrur, er tað neyðugt at sláa fast við sjey tumma seymi, at vit hava eitt fólkaræði, ið er atskilt átrúnaði, sum merkir, at politiskar reglur eru galdandi, og ikki bíbilskar reglur. Hetta merkir ikki at kristindómurin er deyður í føroyskum politikki, men at hesin átrúnaður, í politiskum samanhangi, bert er persónlig etisk vegleiðing og ikki dikterandi og omnipotentur lóggevari. Hví er hetta so trupult at skilja fyri nøkur?
Neyðugt skyn í einum fólkaræði
Vegna trúðarfrælsi, talufrælsi og onnur rættindi í okkara fólkaræði ber tað einfalt ikki til at sameina samfelagsskipanina og bíbilskar reglur, tí hetta hevði havt við sær, at tað vildi verið sera nógv, ið ein ikki hevði muga sagt ella trúð uppá. Hetta er ikki torskilt. Tað kann óivað vera trupult, fyri flest fólk, altíð at góðtaka tað, sum henda tolsema skipan hevur við sær, men tað er henda skipan, vit eru sannførd um, er tann frægasta av øllum higartil royndum skipanum. Prestastýri, einaræði og anarki eru ongi góð alternativ – tað síggja vit hvønn dag úti í heimi, um vit leggja í at ásanna veruleikan av tí, vit síggja.
Lat tað at enda - og enn einaferð - verða sagt: tað ber ikki til at hava eitt fólkaræði við trúarfrælsi o.s.fr., og samstundis lóggeva við Bíbliuni í hendi sum alvitandi og alvaldandi reglubók. Um henda mótsøgn ikki kann skiljast av nøkrum tinglimum, eru teir einfalt ikki vitugir ella vísir nokk til hetta tídningarmikla og álvarsama starv.
266b: Myta og veruleiki
Nú 266b er viðtikið, er tíð til at koma víðari. Og lat okkum minnast til, at tað einasta 266b hevur samtykt er, at tað nú er ólógligt at gera mismun ímóti samkyndum, sum t.d. at rópa hágandi og haturfull orð eftir samkyndum, og velja ikki at seta samkynd í starv vegna teirra kynsligu orientering. Hetta er ikki í stríð við bíbilskan tekst, tí tað stendur ongastaðni í Bíbliuni, at vit ikki mugu verja tey samkyndu móti ágangi, vanvirðing og órætti. Løgtingið hevur ikki sagt, at tað er rætt (frítt fyri synd) at vera samkyndur. Tað er heldur ikki upp til Løgtingið, tí tað er ein átrúnaðarligur spurningur, ið er upp til hvønn einstakan. Tað er heldur ikki upp til Løgtingið at fordøma ótrúskap, sum florerar hóast Bíblian fordømir hesum atburði líka so nógv sum samkyndan livihátt; tað er eisini upp til hvønn einstakan. Løgtingið hevur bert viðtikið eina lóg, ið gevur teimum samkyndu frið og verju ímóti mismuni – er tað ringt? Er tað synd? Álvaratos, nú eigur hetta at vera greitt.