Tá Benny Nielsen fríggjakvøldið kundi hyggja eftir pinninum enda á gula gekkinum og við einum gerast 3,4 milliónir krónur ríkar, vóru tað munandi fleiri hyggjarar, ið sótu frammanfyri sjónvarpsskíggjan enn vikuna frammanundan. Tað vísa sølutølini hjá Kringvarpið.
Fyri tveimum vikum síðan minkaði sølan við 5.000 seðlum, tá ólavsøkan tóktist at minka um áhugan hjá føroyingum at spæla Gekk. Tí var tað kanska ikki óvæntað, at sølan vaks við júst tí sama í síðstu viku, tá 27.000 seðlar blivu seldir.
Tað er kortini umleið 10.000 seðlar færri enn tá Gekkurin var 3,2 milliónir krónur miðskeiðis í juni. Tá seldi Kringvarpið umleið 37.500 seðlar.