Mutur er vanliga eitt orð, ið verður sett í samband við politiskar skipanir í suðuramerikanskum og afrikanskum londum. Serliga dáma norðurlendingar at halda, at slíkt ikki hendir á okkara leiðum. Tann myndin fekk eina skøvu í dag, tá danskir myndugleikar í dag boðaðu frá, at tey hava handtikið 27 almenn starvsfólk, fyrrverandi og núverandi, ið eru undir illgruna fyri mutur.
Tey 27 starvsfólkini eru undir illgruna fyri at hava tikið móti ymiskum slag av gávum, so sum fartelefonir, teldlar og líknandi.
Tað er bakmansløgreglan, ið fyrrapartin í dag framdi húsarannsóknir saman við løgregludeildum kring alt landið. Harumframt framdi innanhýsis løgreglan hjá donsku verjuni húsarannsóknir móti starvsfólkum hjá verjuni.
Danskir miðlar skriva, at tað serliga er starvsfólk, ið arbeiða við tøkni, ið eru undir illgruna fyri at hava tikið móti gávum frá IT-fyritøkum. Talan skal hava verið um gávur, ið hava eitt virði á millum 4.000 og 50.000 krónur.
Søren Pind, danski løgmálaráðharrin, sigur við fjølmiðlarnar, at Danmark skal framhaldandi vera eitt av teimum londum í heiminum við har mutur ger minst um seg.
- Almenn starvsfólk eiga ikki at taka móti gávum ella njóta fyrimunir frá borgarum ella fyritøkum í samband við teirra arbeiði. Málið gevur okkum ein møguleika at hugsa um, hvørs allir samstarvsfelagar eru greiðir yvir mørkini fyri góða atferð í almenna rúminum.