27 ára gamal og 16 fólk á lønarlista

Hallur Poulsen spennir seg út í Gøtu. Hann hevur nú eisini keypt
matvøruhandilin, Dagkeyp, í Syðrugøtu.
<DPTAB>    - Eg eri sera fegin um stóru undirtøkuna frá gøtufólki, sigur Hallur, sum eisini eigur nýggju og stóru kioskina í Norðragøtu.

Handilslív

27 ára gamal og 16 fólk á lønarlista.
Hetta kann ungi handilsmaðurin í Gøtu, Hallur Poulsen, reypa sær av ? um hann vil. Men tað ger hann ikki. Hallur er lítillátin, men hevur seinastu tíðina rættiliga spent seg út innan handilslívið, bæði í Norðragøtu og Syðrugøtu.
Hallur keypti kioskina í Norðragøtu, 1. februar 1999, og 1. oktober seinasta ár læt hann upp í nýggjum og snotuligum hølum á sama staði, har gamla kioskin stóð. Hann tók gamla bygningin niður og bygdi nýggjan og nógv størri bygning uppaftur.
Í dag er kioskin í Norðragøtu nógv meira enn bara ein kiosk við grillbar. Hallur selir eisini vanligar matvørur, og fólk eru trúgv at keypa frá honum.
- Vit kunnu siga, at hetta er ein kiosk, grill og matvøruhandil. Opið er allar dagar í viku, eisini leygardag og sunnudag, frá 9 á morgni til 23 á kvøldi, sigur ungi handilsmaðurin.
Hann sigur, at sølan í Norðragøtu er nógv økt, síðan nýggi handilin læt upp, og hann er sera takksamur fyri tann dygga stuðul, sum gøtufólk veita honum.
- Tað er vónleyst at kappast við teir stóru matvøruhandlarnar í prísi, men vit gera okkara besta fyri at hava eitt gott úrval og veita fólki eina góða tænastu, sigur hann.

Keypt Dagkeyp
Hallur Poulsen hevur nú eisini keypt matvøruhandilin, Dagkeyp, í Syðrugøtu. Dagkeyp er gamli handilin, Valhøll, sum seldi alt millum himmal og jørð.
Í dag er hetta ein matvøruhandil, og Hallur fer at reka handilin víðari sum slíkan. Møguliga fer hann eisini at hava onkrar gávurlutir á hillunum.
- Ætlanin er ikki at lata handilin í Syðrugøtu aftur og síðan lata hann uppaftur. Eg fari at royna at fremja tær broytingar, sum skulu gerast, so hvørt, meðan handilin er opin. Tó kann hugsast, sigur Hallur, at stongt verður einar 2-3 dagar, og hetta verður líka so nógv fyri at vísa á, at Dagkeyp nú letur uppaftur í nýggjum hami.
- Tað eru nógv gomul fólk í bygdini, sum ikki keypa aðrastaðni enn í Syðrugøtu, og hetta er eisini ein orsøkin til, at eg havi valt ikki at lata handilin aftur, meðan onkrar broytingar verða gjørdar. Tí koma fólk at síggja hesar broytingar ?hen ad vejen?, sum hann tekur til.
Handilsmaðurin sigur, at ætlanin er ikki at gera tær heilt stóru broytingarnar, men handilin í Syðrugøtu verður í fyrsta lagi longri opin, og Hallur fer at syrgja fyri, at allar vanligar matvørur eru á hillunum og í diskunum.
- Í Syðrugøtu verður opið á leið somu tíðir sum í Norðragøtu, men sunnudag verður stongt.

16 á lønarlista
Nú Hallur eisini hevur keypt matvøruhandilin í Syðrugøtu, kemur hann at hava tilsamans 16 fólk á lønarlista. 13 eru knýtt at virkseminum í Norðragøtu, og 3 verða knýtt at handlinum í Syðrugøtu.
- Millum hesi 16 eru fleiri ungfólk, sum eru íðin at taka hond í eftir skúlatíð, sigur ungi gøtumaðurin, sum nú eigur tveir rímiliga stórar handlar í Gøtu kommunu.