B36-B68 1-1 (0-1)
Dómari: Lars Múller
0-1: Keita 4.
Jóan Símun Edmundsson legði hornaspark innfyri, og úr stuttari fjarstøðu stýrdi Keita bóltin í málið.
B68 hevur lotið undan, og toftamenn eru grammir. Eftir deyðbóltssøðu hava teir eina ferð aftrat havt bóltin í B36 málinum, men ta ferðina kolldømdi dómarin.
35 min 0-1
B36 er komið fyri seg, og síðtu løtuna hevur B36 havt trídupultan møguleika. Vlada Filipovic hevur bjargað framúr væll, tá ið Johan Ellingsgaard úr stuttari fjarstøðu stútaði, og Christian R. Mouritsen var fyrstur á returbóltinum.
Hálvleikur.
1-1: Jákup á Borg 87.
Landsliðsspælarin hevur fleiri ferðir roynt seg við vandamiklum hornaspørkum úr høgru. Hesu ferð eydnaðist tað við uttaru síðuni at senda bóltin beinleiðis í netið!
Liðugt!
B36: Jóan Pauli D. Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Magnus Olsen - Christian R. Mouritsen, Róaldur Jacobsen (Bogi Hermansen, 84.), Odmar Færø (Poul Arni Jacobsen, 88.) - Jákup á Borg, Brima Koroma, Bergur Midjord (Sjúrður Thomassen, 64.)
Gult kort: Odmar Færø 77., Bogi Hermansen 90.
B68. Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannes Justinussen, Niklas Joensen (Jóhan Petur Poulsen, 56.) - Óli Olsen, Nenad Stankovic, Ndende, Dánjal Pauli Højgaard - Keita (Johnleif Højgaard, 82.), Jóan Símun Edmundsson
Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard 46., Poul N. Poulsen 69., Jóhan Petur Poulsen 86.
AB-Víkingur
Dómari: Rúni Gaardbo
20 min 0-0
Hálvleikur.
0-1: Áslakur R. Petersen 84.
Víkingur tiltuskaði sær fríspark dygst uttanvert brotsteigin, og Áslakur R. Petersen sendi bóltin framvið manngarðinum og í AB málið.
Liðugt!
ÍF-NSÍ útsettur til kl. 15.30
Dómari: Ransin Djurhuus
15.10
Tað verður framvegis bíðað eftir betri líkindum, men tað sær ikki nakað serligt út.
15.35
Teir eru farnir at spæla í Fuglafirði, har líkindini ikki eru nakað serlig.
KÍ-EB/Streymur
Dómari: Dagfinn Olsen
15 min 0-0
35 min 0-0
Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi hevur havt besta møguleikan. Hann var leysur frammanfyri KÍ málinum, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga.
Hálvleikur.
0-1: Arnbjørn Hansen 53.
Levi Hanssen legði innfyri úr høgru, og eftir retur var toppskjúttin fyrstur á.
0-2: Sorin Anghel 67.
Liðugt!
07 Vestur-HB 2-3 (1-1)
Dómari: Petur Reinert
0-1: Milan Kulic 20.
1-1: Aco Pandurovic 44.
Tá ið 07 Vestur javnaði var tað eftir innlegg, og eftir at HB málverjin ikki megnaði at halda bóltinum.
07 Vestur spælir við tíggju monnum. Tíggju minuttir fyri hálvleik varð Tamba vístur av vølli eftir nærdyst við Vagn Mohr Mortensen.
1-2: Fróði Benjaminsen br 58.
Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Rógvi Poulsen varð feldur, og HB liðformaðurin var tryggur.
2-2: sjálvmál Hans á Lag 60.
Mourits Louis reytt kort fyri at hevna seg inn á Hans á Lag, sum fyri løtu síðani við høvdinum lyfti bóltin upp um Marcin David í HB málinum. Nú eru tað níggju spælarar á 07 Vestur ímóti meistarunum í HB, sum er fullmannað við ellivu spælarum.
2-3: Johan E. R. Mouritsen 80.
HB hevur greiða yvirvág, og Johan var púra blankur frammanfyri 07 Vestur málverjanum, tá ið hann setti bóltin í málið.
Liðugt!