2700 sæð "Renn fyri vívinum"

"Renn fyri vívinum" verður sýndur í miðnámsskúlanum í Hovi leygardagin, tá tvær sýningar verða.

 

Nú skemtileikurin - "Renn fyri vívinum" - hjá losjuni Glotti í Gøtu skjótt fer um Suðuroyarfjørð við sýningum, hava umleið 2.700 fólk sæð leikin.

 

Losjan við Gøtugjógv hevur verið fullsett at kalla hvørt kvøld í apríl, og eftir stuttan steðg í Løkshøll í Runavík, verður nú farið suður til Hovs við leikinum.

 

"Renn fyri vívinum" snýr seg um taxasjafførin, John Smith, sum er giftur tveimum konum.

 

- Ein dagin er hann ov seinur heim til báðar konurnar, og tá løgreglan skal kanna málið um horvna taxasjaførin, gerst skjótt greitt, at hann ikki er heilt so vanligur, sum øll annars hava hildið hann verið.

 

Áskoðarin verður soleiðis boðin við inn í hurlivasaheimin hjá John, har hann við góðari - og ikki sørt forvirrandi - hjálp, sum frægast roynir at bjarga sær báðum hjúnabondunum.

 

Losjan í Gøtu sigur, at “Renn fyri vívinum” verður framførdur í miðnámsskúlanum í Hovi leygardagin 7. mai klokkan 15.30 og 19. 

 

Meira er at lesa um leikin á facebooksíðuni “Losjan Glotti í Gøtu”.