Hóast tað er stormur og ódn fleiri ferðir um vikuna, so eru flestu fótbóltsfeløgini farin undir fyrireikingarnar til fótbóltsárið 1999.
U-16 landsliðið fer í ár, sum tað hevur verið vanligt nógvu tey seinnu árini, at taka lut í EM undankapping ? tað verður helst í Liktinstein, har Finnland verður triðja liðið í bólkinum ? og í opnu NM kappingini, sum í ár verður í Onglandi.
Nógvir teirra, sum vóru á liðnum, sum í fjør tók lut í EM undankappingini, sum var í Gundadali og NM kappingini, sum var á Akureyri og har á leið, hava eisini í ár aldur at spæla á U-16 landsliðnum.
Nú eru hesir boðsendir til venjingar komandi vikuskifti. Venjingin verður á Svangaskarði, og nógv nýggj nøvn eru eisini á listanum yvir bruttohópin. At klaksvíkingar eru við at fáa høvdið fyri seg í ungdómsfótbóltinum ber stóra luttøkutalið hjá teimum boð um. Sum vanligt eru NSÍ og HB eisini væl umboðað, meðan B36 hevur væl færri luttakarar, enn árstalsfelagið plagar at hava.
Fyri spælararnar og harvið feløgini er talan um eina týdningarmikla venjingarlegu, tí teir fáa so góðar sømdir at venja undir, sum teir sjáldan hava møguleika fyri. Nógvir av fremstu venjarunum í landinum verða á elituvenjaraskeiði á Svangaskarði. Evnið hjá teimum verður menning av spælarum, og í tí sambandinum skal hvør teirra taka sær av menningarmøguleikunum hjá trimum av evnunum til U-16 landsliðið.
Bill Jacobsen er venjari hjá U-16 landsliðnum, og hann hevur sent boð eftir 28 dreingjum. Teir eru hesir:
Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Símun Joensen, Andreas Johannesen, Kristian á Lakjuni og Heini í Skorini, KÍ, Jón Danielsen og Sámal J. Samuelsen, EB, John Andersen, Atli. L. Hansen, Fróði Jóannesarson, Bárður Kjeld og Tórhallur Thomsen, NSÍ, Símun Kristian Olsen og Jan Ingi Petersen, B68, Arnhold Berg og Sveinur Justinussen, Skáli, Pól N. Joensen og Sámal Blak, B36, Bárður Christiansen, Rani D. Christiansen, Gutti Harryson, Jón Rói Jacobsen, Bjarni Jørgensen, Bjartur Lamhauge og Vagnur M. Mortensen, HB, Elfinn Ørvarodd, SÍF, og úr B71 hevur Kristoffur Vidtfeldt fingið boð um at koma á Svangaskarð.