Seinasta paradís á jørð í 22 biografum í Avstralia

Spælifilmurin hjá Sakarisi Stórá, "Seinasta paradís á jørð", verður at síggja í 22 biografum í Avstralia

Filmurin er partur av Scandinavian Film Festival, sum sýnir norðurlendskar filmar í 22 biografum kring stóra landið “Down Under”. Higartil er filmurin í top 5 av best umtóktu filmum og hevur fingið góða umrøðu í lokalu fjølmiðlunum.

 

Listin yvir biografar sum sýna filmin er her: scandinavianfilmfestival.com/films/sca25-the-last-paradise-on-earth

 

Filmurin verður eisini sýndur við enskum undirtekstum á G! festivalinum fríggjadagin kl. 13:00, og gongur enn í Havnar Bio.

 

##med2##

##med3##