Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, skrivar í dag á facebook-síðuni - Haruskjóting í Føroyum - um nakrar hendingar, sum vakmyndatól hevur skrásett við eitt harusetur, sum hann rópar tað.
Hann vísir á, at tað eru ikki bara harurnar, sum hava gott eyga á harusetrinum.
- Hin 22. apríl klokkan 15:56 kom ein kráka at fregnast, um ikki okkurt “spennandi" mundi vera í setrinum. Fyrst setti hon seg ein metur frá setrinum, fór so eitt sindur nærri, og stakk at enda høvdið inn í holuna.
Eyðfinn Magnussen spyr, hvat hevði hent, um ein hara ella haruungi var inni í holuni. Hann heldur fyri, at kanska høvdu tey endað sum krákudøgurði.
- Eisini aðrir fuglar koma at vitja harusetrini. Hin 3. mai klokkan 06:35 vitjaði eitt tjaldur tað eina setrið, men her vóru ørindini at leita eftir maðkum - og hin 9. mai klokkan 09:03 vitjaði ein steinstólpa sama setrið, skrivar Eyðfinn Magnussen.
Eftir hesa frásøgn hjá Eyðfinni Magnussen, skrivar Magni Blástein eina áhugaverda viðmerking á sama tráði. Hann vísir til eina grein í Jægeren, har teir høvdu fylgt einum krákureiðri - líka, sum Eyðfinn Magnussen ger.
- Teir fylgdu krákureiðrinum frá tí, at ungarnir komu úr egginum, til teir vóru floygdir. Eg meini, at ungarnir antin fingu 22 ella 28 haruungar at eta í tíðarskeiðnum, skrivar Magni Blástein.