Guvernørurin í Odessa-regiónini í Ukraina, Oleh Kiper, sigur, at umleið 280.000 húsarhald har suðuri í landinum eru uttan streym.
Hetta er avleiðingin av russiskum álopum í økinum seinastu dagarnar.
Tað var serliga undanfarna vikuskiftið, at Odessa-regiónin varð rakt av ógvusligum russiskum álopum.
Guvernørurin sigur, at hetta helst eru ógvusligastu álopini, sum hava verið á streymveiingina í økinum higartil í krígnum.
- Tað hevur eydnast at fáa streymvetingina í økinum at virka aftur fyri umleið 330.000 húsarhald, sigur Oleh Kiper.
##med2##
Men, hóast nógv hava fingið streymin aftur, liggja framvegis umleið 280.000 húsarhald í streymloysi í Odessa-regiónini.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í morgun.











