Víkingur styrkir málmanstoymi

Víkingur fær nýggjan málverja og málmansvenjara.

Víkingur hevur ikki kunngjørt tað enn, men eyp.fo skrivar, at Tróndur Vatnhamar verður málmansvenjari hjá Víkingi. Í viðmerking til eyp.fo sigur Tróndur Vatnhamar, ið er hálvur leirvíkingur, at hetta er næstan sum at koma heim, og at LÍF altíð hevur staðið honum nær.

Tróndur fær ábyrgdina av at venja landsliðsmálverja okkara, Bárð á Reynatrøð, og nýggja málverjan Niklas Thomsen, skrivar eyp.fo.

Niklas spældi í Føroyum árini 2015 og 2016. Fyrst við AB og síðani við HB. Annars hevur hann spælt í lægri deildunum í Danmark. Í 2016 spældi Niklas eisini tríggjar U21-landsdystir fyri Føroyar.

Víkingur hevur ikki kortini ikki kunngjørt Niklas enn.