29 miljardir krónur upp í ?royk?

Pappírsvirðini hjá norskum feløgum, sum virka vørur úr fiski og krabbadýrum, eru fallin við 29 miljardum norskum krónum á børsinum í Olso eftir bert einum ári Virðini í norskum sjómati ? fiska-og krabbamati ? eru fallin við út við 50% seinastu 12 mánaðirnar. Íleggjarar á børsinum í Oslo hava vent hesi vinnu bakið.

IntraFish skrivar, at partabrævavirðir fyri heilar 29 miljardir norskar krónur soleiðis eru ?forduftað? eftir bert einum ári.

10. september í 2007 søgdu íleggjarar, at sjómatur er ein vinna í vøkstri. Potentialið er stórt, og íleggarar eru positivir.

10. september í 2008 siga íleggjarar, at vónirnar til somu vinnu eru munandi minni orsakað av sjúku í alivinnuni og øktum framleiðslukostnaði.

Pappírsvirðini renna út úr feløgunum, sum úr eini opnari nót!

Sambært IntraFish eru virðini av feløgunum, sum framleiða sjómat, soleiðis fallin við 29 miljardum norskum krónum ? ella 46,5% - á børsinum í Oslo í eitt ár.

Til samanburðar kann nevnast, at virðini av partabrøvum á børsinum í Oslo annars eru fallin við tilsamans 27% í sama tíðarskeiði.