29 stongd inni í kolanámi í Kinas

Ein spreinging í einum kinesiskum kolanámi hevur stongt 29 arbeiðsmenn inni í náminum Almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at spreingingin, sum stóðst av gassi, var seint í gjárkvøldið í Yaotou-náminum, sum er í Shaanxi-landslutinum.

Bjargingarmenn fóru beinan vegin undir at hjálpa teimum innistongdu monnunum, men enn hevur tað ikki borið til at fáa teir upp.

Kinesisku kolanámini eru millum tey vandamestu í heiminum, og í meðal doyggja 13 kinesiskir kolanámsmenn um dagin.